Nýggj hús reist á Strondum

Seinnu árini hevur Sjóvar kommuna bæði útstykkjað og selt nógv grundstykki.

 

 

 

Tað er nógv byggivirksemi í Sjóvar kommunu, og í gjár vórðu eini nýggj hús reist við Nónvarða, tey rópa. 

 

- Tað eru Vár Jenny Barclay og Pætur Ó. Barclay, sum eiga húsini, og tað er Sp/f HPH Smíð, ið standa fyri byggingini.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu, sum hava lagt fleiri myndir av reistu sethúsunum út á sína heimasíðu - www.sjovar.fo 

 

Í Sjóvar kommunu ynskja tey Vár Jenny og Pæturi hjartaliga tillukku við reistu húsunum.

 

##med2##

 

Her er frálíkt útsýni yvir ytra part av Skálafjørðinum og eystara part av Nólsoyarfirði.