Herfyri undirskrivaði Vága kommuna sáttmála við entreprenør í Vágum um eina útstykking fyri endan av Svabosvegi í Miðvági.
Talan er um seks grundstykki í hesum umfari, samstundis sum arbeitt verður við at peika út øki til aðrar framtíðarútstykkingar í Miðvági.
Arbeiðið í Miðvági byrjar beint eftir páskir og er mett at taka níggju vikur.
Í fjør vóru fýra grundstykki gjørd klár at selja, og í ár verður so gjørt klárt til hesi seks grundstykkini aftrat.
Borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuelsen, sigur, at nýggja útstykkingin í Sandavági væntandi verður boðin út um hálvan apríl.
- Her verða í fyrsta lagi 11 støk grundstykki við plássi fyri nøkrum aftrat. Harumframt verða møguleikar á økinum fyri bygging av leiguíbúðum.
Rósa Samuelsen sigur, at í Vatnsoyrum, har eingin sethúsabygging hevur verið í fleiri ár, verður nú byrjað við fýra grundstykkjum.
- Men, vísir tað seg, at áhugi verður, kunnu grundstykkini í Vatnsoyrum saktans gerast eini 20 í tali, sigur borgarstjórin í Vága kommunu.
Á heimasíðuni hjá kommununi – www.vaga.fo - er neyvari kunning um tey grundstykki, sum Vága kommuna hevur at bjóða út.