Nýggj føroysk barnabók um lundarnar Ludda og Karlo

Lundin Luddi verur noyddur at basa sínum ótta fyri at flúgva, tá bróðurin Karlo eitt várið ikki kemur heimaftur saman við hinum flytifuglunum.

Fyrst í komandi viku verður føroyska nýggja barnabókin, Karlo og Luddi, at fáa í øllum bókahandlunum runt landið, og er tað Niclas Heri Jákupsson, sum er høvundur.

 

Bókin, sum er 47 síður, er ein litrík og spennandi bók, og er um at tora at bjóða sínum ótta av, um at trúgva uppá egin evni og dreymar - og um at síggja møguleikar fram um forðingar.

 

Søgan er um lundarnir Ludda og Karlo, sum eru tvíburðar. Hvørt heyst leitar Karlo sær saman við øllum hinum flytifuglunum til heitari lond. Men av tí at Luddi hvørki torir at flúgva ella at svimja, so verður hann verandi eftir. At Luddi ikki torir á flog, er ikki gott fyri ein lunda, og tað kemur hann at sanna eitt várið, tá flytifuglarnir koma aftur, og Karlo ikki er við.

 

Hvat skal Luddi nú gera?

 

Jú, hann bjóðar sínum ótta av og flýgur í sínum heimagjørda luftskipi yvir um høv fyri at finna beiggja sín.

 

Á hesari spennandi ferð møtir Luddi einum ljósareyðum hvali, sjórænarum og einum gomlum sjórænaraskatti. Hvat søgan endar við, fara vit ikki at avdúka her, men endin verður hvørfall ikki sum ein kundi vænta.

 

Tað er Niclas Heri Jákupsson sum hevur skrivað bókina og franski teknarin Thierry Capezzone, sum hevur teknað.

 

Svenbjørn Kvilt Olsen hevur samskipað hesa verkætlan og er tað Bókadeild Føroya Lærarafelags sum gevur bókina út. Bókin er prenta og uppsett á Føroyaprent.

 

Bókin verður at fáa í øllum bókahandlum í komandi viku.