Nýggj demensdeild hevur opið hús

Seinnapartin mikudagin verður almenn móttøka á nýggju demensdeildini í kjallarahæddini í Gøtubrá.

Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu hevur sett á stovn demensdeild í kjallarahæddini í Gøtubrá, sum er eldrasambýlið hjá samstarvinum í Norðragøtu.

 

Tað er í hesum sambandi, at heimatænastan bjóðar til almenna móttøku í Gøtubrá mikudagin 20. mai.

 

Ein skrá er løgd fyri móttøkuna, sum byrjar klokkan 14.50 við tónleiki og vælkomstrøðu. Síðan fer borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, at halda røðu, og umboð fyri avvarðandi fara at siga nøkur orð.

 

Undir móttøkuni verður høvi at bera fram eina heilsan, og eisini verður orðið frítt, um fólk hava eitt hvørt upp á hjartað.

 

Haraftrat verður ábit og tónleikur, eins og høvi verður at síggja nýggju demensdeildina í Norðragøtu.