Nýggj bók hjá Moniku Stauss Joensen løgd fram

Sunnudagin 28. november kl. 16 verður útgávutiltak í Báta- og Listasavninum í Leirvík við bókini Av Matterhorn í Leirvíkstún, sum Monika Stauss Joensen, violinleikari og rithøvundur, hevur skrivað.

 

Bókadeildin gevur bókina út.

 

Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeildini, bjóðar vælkomin, og Monika og Ólavur Jakobsen spæla eitt lag. Paula Gaard, bókmentafrøðingur, hevur stutta samrøðu við Moniku um bókina. og 

 

Osmund Justinussen sigur nøkur orðMonika og Ólavur Jakobsen spæla aftur tónleik.

 

Koronatilmælini verða hildin, siga fyrireikararnir.

 

Um bókina

 

Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetir teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?

 

Í Av Matterhorn í Leirvíkstún eru áhugaverdar, nemandi og hugfarsligar hugleiðingar um, hvussu tað er at búseta seg í Føroyum sum útlendingur, har alt er so nógv øðrvísi enn tað, tú kennir úr heimlandinum. Vit kunnu lesa um ymiskt, Monika Stauss Joensen hevur møtt á leiðini, saman við familju og vinum og sum yrkistónleikari úti og heima. Her eru forkunnugir minnisbitar, sum reika aftur í barnaárini í Sveis, og sum knýta seg í tíðina í Føroyum, og sum binda alt saman.