Nýggj ætlan skal hála seinkingina inn aftur

Størsta byggiætlan í Føroya søgu, fekk eitt skot fyri bógvin, men nú er ein nýggj tíðarætlan løgd

Tað ber framvegis til at fáa risastóra skúladepilin í Marknagili lidnan næsta summar, soleiðis sum ætlað.


Ætlanin hevur alla tíðina verið at  havt størstu byggiverkætlan í Føroya søgu klára at taka í nýtslu eftir summerfrítíðina í 2016. Men tann ætlanin fekk eitt skot ffyri bógvin nakað fyri jól, tá ið tað kom undan kavi, at ein álvarsligur roknifeilur varð gjørdur og avleiðingin av tí var, at nakrir stórir veggir máttu takast niður aftur og sostatt lá arbeiðið stilt í tveir mánaðir.


Men Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sigur, at nú hava tey lagt eina nýggja tíðarætlan sum vísir, hvussu seinkingin kann hálast inn aftur, soleiðis at skúladepilin framvegis verður liðugur næsta summar.

- Vit hava lagt eina nýggja tíðarætlan og eftir henni ber til at hála alt innaftur, sigur Ewald Kjølbro.


Hann sigur, at hesar næstu vikurnar skulu nú brúkast til at samráðast við arbeiðstakarar um, hvat krevst av teimum fyri at hála seinkingina inn aftur.

Men tað, sum er skeivt stoypt, er tikið niður og tað eru nakrar vikur síðani, at tey fóru at stoypa upp aftur.


Les eisini: Roknifeilur tarnar Marknagilsdeplinum


Ewald Kjølbro sigur, at tað fær ikki fíggjarligar avleiðingar fyri byggingina, at roknifeilurin varð gjørdur við teirri avleiðing at arbeiðið lá stilt í tveir mánaðir, umframt at veggir máttu takast niður og stoypast av nýggjum.

- Ráðgevarin hevur skrivliga átikið sær skyldina fyri roknifeilin. Men hetta er ein spurningur, sum tey eru tryggjað ímóti.

 

Sostatt er hetta ein tryggingarskaðið, og tað samskifta við nú um tryggingina um, sigur stjórin á Landsverki.

Hann sigur, at sostatt fær hetta ikki fíggjarligar avleiðingar fyri verkætlanina.

Ewald Kjølbro sigur, at hann væntar at seinastu brikkarnir eru komnir upp á pláss fyri páskir.