Tað eru nógvir føroyingar, sum í hesum døgum hava skift alt teirra netverk út og eru flutt í ein nýggjan bý í lestrarørindum. Tað kann mangan verður torført at koma til eitt nýtt stað, har man ikki kennir nógv fólk, men ráð eru fyri tí, um man er fluttur til Aarhus.
Fríggjakvøldið skipar nevniliga føroyingafelagið í Aarhus fyri einum tiltaki, har ætlanin er at bjóða nýggjum føroyingum í býnum vælkomin og knýta vinabond millum tey, ið longu búgva í býnum og tey, ið eru nýggj.
Tað verður eisini eitt kent føroyskt navn, ið fer at standa tónleikaliga partinum av kvøldinum, tá Jens Marni Hansen við bólki, fer at spæla livandi tónleik. Samstundis fáa gestirnir møguleikan at keypa sær ymiskt at drekka.
Tiltakið verður á Hermodsvej 3A, Åbyhøj og byrjar klokkan 22.