Nýggi radarin á Sornfelli ikki klárur fyrr enn í 2030

Sambært uppriti er lofteftirlitsradarin í Føroyum, sum kostar 390 milliónir krónur, seinkaður, skrivar TV 2.

 

Sambært innliti hjá TV 2 verður nýggi lofteftirlitsradarin ikki klárur fyri enn í 2030. Tí verður ein fyribilsloysn umhugsað

Nýggi lofteftirlitsradarin í Føroyum verður ikki klárur fyrr enn í 2030.

Tað vísir eitt upprit frá Verjukommandoini, sum TV 2 hevur fingið innlit í.

Nýggi radarin varð viðtikin politiskt í 2021, tá ein meiriluti í Fólkatinginum setti av 1,5 milliardir krónur at styrkja verjuna í Arktis og í Norðuratlantshavi.

Sambært TV 2 umhugsar danska verjan nú at finna eina fyribils loysn við einum vanligum radara, av tí at tað tekur so langa tíð at fáa nýggja lofteftirlitsradaran. Tað fer tó at merkja, at ætlanin verður dýrari enn ætlað.

Drúgva tíðin undrar, heldur verjugreinarin Hans Peter Michaelsen.

– Nú eru tey komin við hesum arktiska pakkanum sum ta stóru loysnina at loysa trupulleikarnar í mun til vantandi eftirlitið. Tað undrar, sigur hann við TV 2.

Tað hevur áður verið ein radari í Føroyum, men hann varð niðurlagdur í 2007. Tað merkir, at tað síðani tá hevur verið eitt hol í eftirlitinum av loftrúminum yvir Føroyum.

Í løtuni hevur verjusamgongan Nato ikki eina greiða mynd av flogferðsluni frá norðara partinum av Bretlandi, yvir Føroyum og Íslandi og syðra parti av Grønlandi.

– Har hevur verið eitt hol, og tað skal typpast. Nýggja trygdarpolitiska støðan í Evropa er eisini ein týðandi orsøk til, at tað er vorðið meira umráðandi at typpa hetta holið, segði fyrrverandi danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, við tilsiping til kríggið í Ukraina.

 

##med2##

Lofteftirlitsradarin er ikki tað einasta úr Arktis-pakkanum frá 2021, sum er seinkaður.

Sama skilið er tá tað snýr seg um tvær langrøkkandi dronur fyri 750 milliónir krónur – tann størsta útreiðslan í pakkanum.

Í mai kom Altinget fram til, at eitt tilboð um keyp av dronunum varð avlýst. Í uppritinum, sum TV2 hevur fingið innlit í, stendur, at »ætlanin er steðgað, tí tað verður hugsað saman við komandi semju«.

Sambært TV 2 vil Verjan í staðin satsa upp á amerikonsk P8-eftirlitsflogfør, sum kunnu fáast frá 2030 til 2033 og kosta slakar sjey milliardir krónur.

/ritzau/

 

Sambært innliti hjá TV 2 verður nýggi lofteftirlitsradarin ikki klárur fyri enn í 2030. Tí verður ein fyribilsloysn umhugsað

Táverandi danski verjumálaráðharrin Morten Bødskov og táverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum Jenis av Rana skivaðu í juni 2022 undir eina avtalu um verju av Arktis og nýggja radara í Føroyum. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix