Nýggi motorurin argaði

Smyril var seinkaður av Krambatanga í morgun, eftir at nýggi motorurin ikki vildi starta.

Smyril varð eini 20 minuttir seinkaður av Krambatanga í morgun, eftir at nýggi motorurin ikki vildi starta sum vanligt.

 

Av brúnni á Smyrli verður greitt frá, at tað vóru avbjóðingar við luftskipanini, sum gjørdu, at Smyril ikki slapp av Krambatanga til tíðina. Tað er luftskipanin, ið stýrir motorunum, men nýggi motorurin krevur nakað meiri av luft enn gomlu, og tí tók tað eitt sindur longri, at fáa gongd á í morgun.

 

Strandferðslan væntar ikki, at hetta fer at endurtaka seg, og vænta tí, at Smyril siglir sum vant restina av degnum.