Nýggi bussurin handaður á hátíðarløtu fríggjadagin

Í morgin, hósdagin, kemur nýggi bussurin hjá Sjúklaingahotellinum í Keypmannahavn, »Sóljan«, úr Jyllandi til Keypmannahavnar, og fríggjadagin klokkan 15 verður skipað fyri hátíðarløtu á Sjúklingahotellinum, tá ið bussurin verður handaður donsku nevndini at brúka til sítt endamál.

Í morgin, hósdagin, kemur nýggi bussurin hjá Sjúklaingahotellinum í Keypmannahavn, »Sóljan«, úr Jyllandi til Keypmannahavnar, og fríggjadagin klokkan 15 verður skipað fyri hátíðarløtu á Sjúklingahotellinum, tá ið bussurin verður handaður donsku nevndini at brúka til sítt endamál.

 

Stjórin á Sjúklingahotellinum, Anna Maria Durhuus, formaðurin í Trivnaðargrunninum, Sólbjørn Thomsen, og formaðurin í Trivnaðarnevndini, Heðin Kjelnæs, bera fram røðu. Ernst Sondum Dalsgarð syngur nøkur løg, og eisini verður felagssangur, violin- og klavertónleikur og okkurt at lesa seg við.

 

Hetta er kanska eitt sindur fløkjasligt, men hevur í høvuðsheitum roynst væl. Nevndin fyri Trivnaðargrunnin í Føroyum varð stovnað í 2002. Endamálið hjá grunninum er at veita fíggjarligan styrk á einhvønn hátt, soleiðis at sjúklingar og fylgjarar teirra á Sjúklingahotellinum fáa best møguligan trivnað. Í 2003 fíggjaði grunnurin so keypið av einum 9 persóna Mercedes Benz bussi og nú einum 13 persóna. Grunnurin stendur eisini fyri rakstrinum. Við innsavningum og hollum stuðlum til Trivnaðargrunnin hevur hetta borið til.  Formaðurin eftir Kára Petersen er Sólbjørn Thomsen.

 

Trivnaðarnevndin fyri Sjúklingahotellið, sum varð stovnað í 2003, er tann útinnandi nevndin, sum skipar fyri tiltøkum til frama fyri tey á Sjúklingahotellinum m.a. skipar fyri útferðum við bussinum og fyri hugnakvøldum og bingokvøldum á hotellinum. Alt verður gjørt sjálvboðið. Eftir Niels Jacob Nielsen gjørdist Heðin Kjelnæs formaður. Afturat hesum skipa føroyski presturin, Bergur Jacobsen, og Øssur Berghamar úr Kristnastovu fyri anddakt eina ferð um vikuna.   

 

Lesið eisini: Sjúklingahotellið fær nýggjan buss

 

Lesið eisini:Bussurin Sóljan er eitt blómutyssi