Nygaard hugsar um landsliðið

Tað gongur sera væl hjá Marc Nygaard í løtuni. Eftir at hann er komin heim til Danmarkar at spæla aftur, hevur hálvføroyski álopsspælarin fingið gongd á málskjótingina. Nygaard spælir fyri Randers FC, og seinastu tríggjar dystirnar hevur hann sktið fimm mál.

- Eg kom heim aftur til Danmrkar fyri at vísa fólki alt tað, sum eg havi lært í útlandinum, og tað er deiligt, at hetta hevur eydnast mær, sigur Marc Nygaard við Ekstrablaðið.

- Eg fari altíð at hava ambitióinir um at koma aftur á landsliðið. Tað er veruliga nakað, sum er strembi eftir, sigur Nygaard.

Marc Nyggaard kom fyrstu ferð á danska landsliðið í 2000, og fram til 2002 spældi hann seks landsdystir.

Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, sigur við bold.dk, at hann enn fylgir við, hvussu Nygaard stendur seg.

- Sjálvandi leggja vit merki til hansara avrik. Vit fylgja øllum spælarum í SAS-liguni, og har eru jú ikki so nógvir málskjúttar, so ein strika verður sett, hvørja ferð tað er ein, sum skorar nøkur mál, sigur Morten Olsen.