Ny Alliance hevði fingið 9 prosent

Nýggi flokkurin í Danmark fær ætlandi stóra undirtøku á næsta fólkatingsvali. Tann fyrsta meiningakanningin, sum danska sjónvarpið hevði í gjárkvøldið, vísti, at tvey prosent høvdu gjørt av at atkvøða fyri Ny Alliance, og at ellivu prosent ætla at atkvøða fyri flokkinum, tá val verður.

Sambært DR hevði flokkurin fingið 19 umboð í Fólkatingið, fekk hann níggju prosent av atkvøðunum.

Meiningakanningin vísir, at Ny Alliance tekur nógvar veljarar frá Radikala Vinstra, men at Konservativi Fólkaflokkurin og Vinstra missa eisini veljarar til nýggja flokkin.

Áhugin at melda seg upp í Ny Alliance er stórur. Sambært heimasíðu floksins fekk flokkurin meiri enn 4.200 limir í gjár.