Nikolaj Heinrich úr Siumut tekur við sum borgarstjóri í Nuuk Trý valevni vóru til starvið sum borgarstjóri í Nuuk eftir Agnethe Davidsen, sum doyði fyri nøkrum døgum síðani, og sum fór til gravar í gjár.
Rættiliga óvæntað mælti Siumut býráðnum til at velja tann 69 ára gamla Nikolaj Heinrich til borgarstjóra, og eftir tvær atkvøðugreiðslur var hann valdur.
Nikolaj Heinrich, sum er gamal skipari, skal fyribils røkja borgarstjórastarvið til apríl næsta ár, tá kommunuval verður í Grønlandi.