Michele Ferrero var maðurin, sum skapti uppskriftina til Nutella smyrjisjokulátuna, sum tey flestu munnu kenna.
Hann fekk hugskotið frá pápa sínum, sum hevði koyrt hasselnøtur í sjokulátu fyri at spara pengar. Hetta hugskotið brúkti Michele til at skapa Nutella. Nutella, sum vit kenna tað í dag, sá dagsins ljós í Italia í 1964.
Michele Ferrero gjørdist sum vera man ríkmaður av Nutella, sum í dag verður framleitt á 11 verksmiðjum kring heimin. Umleið 365.000 tons av Nutella verða framleidd um árið. Fyritøkan framleiðir eisini Kinder eggini og Ferrero Rocher sjokulátuna. Forbes blaðið hevur mett, at Ferrero familjan er góð fyri 118 milliardir krónur.
Michele Ferrero doyði í heimi sínum í Monaco, eftir at hann hevur verið sjúkur í fleiri mánaðir. Hann gjørdist 89 ára gamal.