Null-hugsjónin má nærri teimum ungu

Vit eiga at ansa eftir, at orðini í nýggja ávaringarátakinum ikki gerast so stór, at tey missa sína meining og ikki raka tey ungu longur, sigur Olga Østerø, ið er yngsti koyrilærari í Føroyum

33 ára gamla Olga Østerø úr Klaksvík er yngsti koyrilærari í Føroyum. Hon hevur verið í starvinum í 11 ár, og meginpartin av tíðini hevur hon verið einasta føroyska kvinnan í hesum yrkinum.
Olga hevur gjørt sær nógvar tankar um, hvat skal til, fyri at fáa ungar bilførarar at hugsa seg betri um í ferðsluni. Men hon undrast yvir, hví koyrilærarar so sjáldan verða tiknir við uppá ráð, tá nýgg átøk um ferðslutrygd verða sett í verk.
Dagføra koyrikortið.
- Vit koyrilærarar eru tætt saman við teimum ungu bilførarnum hvønn dag. Vit hoyra, hvat tey tosa um, og um vit tíma at lurta, kunnu vit fáa eina rættiliga góða mynd av, hvat kann fáa tey at rakna við og vera meir varin.
- Hugskotið um eitt royndarkoyrikort fer avgjørt at gera mun. Um vit ímynda okkum, at koyrikortið verður eitt slag av klippikorti við fimm klippum, eri eg sannførd um, at tey ungu fara at ansa betri eftir. Hvørja ferð eitt klipp rýkur, verður tað ein heilt ítøkilig áminning um avleiðingarnar av, at bera seg ábyrgdarleyst at í ferðsluni. Sum er, liggur koyrikortið alt ov trygt í lummanum hjá okkum øllum.
- Øll koyrikort áttu at verðið dagførd við jøvnum millumbilum, tí tað er ógjørligt hjá okkum koyrilærarum at fyrireika næmingarnar uppá hvørja tí einastu støðu, tí kanst koma í í ferðsluni. Tað er ikki fyrr enn tey ungu sjálvi sleppa út í ferðsluna uttan koyrilærara, at tey skulu læra seg at koyra bil.
- Eg upplivi javnan, at bæði yngri og eldri bilførarar ringja til mín og greiða mær frá onkrari støðu, tey hava verið í, og har tey ivaðust í, um tey bóru seg rætt at. Hetta sigur mær, at stórur tørvur er á eini dagføring av koyriførleikunum hjá teimum flestu.
Olga heldur, at tað hevði verið eitt fínt hugskot, um fólk til dømis annahvørt ár møttu til eitt slag av eftirmeting av tí, tey høvdu upplivað í ferðsluni.
- Innan allar aðrar útbúgvingar tosa vit jú um, at samband má vera millum teori og praksis. Men eg ivist stórliga í, hvussu nógv taka koyribókina niður aftur av hillini, aftaná at tey hava fingið koyrikort, sigur Olga.
Vanakoyring
Olga minni eisini á, at tað allatíðina hendir okkurt nýtt á ferðsluøkinum, sum fólk antin ikki hava hoyrt um ella hava gloymt frá teoritímunum.
- Nøkur av teimum ógvusligu dømunum síggja vit til dømis fleiri ferðir um vikuna her í Klaksvík. Nógvir av teimum eldru bilførarnum høvdu ongan tíð sæð eina rundkoyring, fyrr enn vit fingu eina her í býnum. Eg upplivi framvegis at møta mótkoyrandi bilum í rundkoyringini, og eg undrist yvir, at onki álvarsligt er hent har enn.
- Í heila tiki haldi eg vanakoyring vera ein stóran trupulleika her í Føroyum. Vit hava verið ov sløv við at seta týðilig skelti upp. Ferðslan má framvegis glíða onkusvegna, so bilførarar finna sær sum frá líður sín egna máta at koma fram. Tá skeltini so umsíðir koma upp, hava fólk langt síðani gloymt, hvat tey merkja og halda fram at koyra, sum tey plaga. Hetta ávirkar allan hugburðin til ferðslu á ein óhepnan hátt, sum tey ungu eisini taka til sín.
Skeivur miðil
- Nullhugsjónin er fyrimyndarlig, og eg taki fult undir við henni. Hvat betur kunnu vit hugsa okkum, enn at ongin fer at doyggja í ferðsluni aftur? Hinvegin skulu vit ansa eftir, at orðini ikki verða so stór, at tey verða ótrúverdug. Vit kunnu gera okkara besta, men vit kunnu ikki gera okkum til Harra yvir lív og deyð, og tann beiski veruleikin er, at ferðslan altíð fer at krevja síni deyðsoffur. Tað vita tey ungu, og tí kann ein orðing, sum "Ongin skal doyggja í ferðsluni? " skjótt blíva ein innantóm kliché.
- Í Noreg vóru vit koyrilærarar úti á gøtuni, har vit steðgaðu bilførarum til eitt prát um Nullhugsjónina. Tú kanst altíð ivast í, hvussu væl fólk lurta, men tað var í hvussu er ein rættiliga ítøkiligur máti at koma í samband við fólk.
- Eg ivist eisini í, um sjónvarpið er besti miðilin til eitt slíkt átak. Skalt tú raka flest ung fólk í senn, skalt tú gera vart við teg á telduni ella fartelefonini hjá teimum. Tað er har, tey flestu av teimum eru at finna og ikki frammanfyri sjónvarpinum beint áðrenn ella aftaná Dag og Viku. Hetta skal ikki fatast sum ein atfinning at átakinum - heldur sum nakar hugleiðingar um, hvussu átakið kundi rakað betri, sigur Olga.
Lýsandi krossar.
Olga hevur verið við í nógvum kunningarátøkum um ferðslutrygd, bæði her heima og í Noreg, har hon tók sína útbúgving. Men royndir hava sannført hana um, at tað er hvørki tey dýrastu ella tey fínastu átøkini, sum geva best úrslit. Enn hevur Olga bert upplivað eitt átak, ið altíð fær næmingarnar í hennara bili at steðga á og hugsa.
- Tað eru blómurnar í vegjaðaranum á minningardegum yvir tey, sum eru deyð í ferðsluni. Næmingarnir leggja altíð merki til hesi blómutyssini og byrja sjálvi at tosa um tað, sum hendi á staðnum. Ofta kendu tey onkran, sum var við í ella tætt at vanlukkuni, og tí kenna tey hendingina sum ein part av teirra egna veruleika. Og so gevur tað okkum eitt nátúrligt høvi at tosa um ferðsudeyða á ein hátt, sum beinanvegin gevur meining.
- Men tá blómutyssini eru burtur, er beinleiðis áminningin tað eisini. Eg veit, at onkur heldur tað vera ósømiligt, men hví ikki merkja hesi støð við sjálvlýsandi krossum, sum standa alt árið? Øll høvdu vitað, hví teir stóðu har, og fólk høvdu fingið møguleika at gjørt sær sínar egnu tankar um tað, sum búði aftanfyri.
- Lýsingarátøk koma og fara, og vansin við teimum er ofta, at tey hugsa fyri fólk. Krossarnir skuldi verið standandi og latið fólk sloppið at hugsa sjálvi. Tí sum við øllum øðrum, er tað ikki fyrr enn fólk byrja at hugsa sjálvi, at tey byrja at broyta hugburð, sigur Olga Østerø.