Nú vilja teir privatu arbeiðsgevararnir skúma róman.
Tað heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Felagið hevur aðalfund í morgun og har nam formaðurin við ætlanina um at útveita ella einskilja ymsar almennar tænastur. Í hesum sambandi verðir hugsað um kavaruddingina, og onnur arbeiði, sum arbeiðsfólk hjá landi og kommunum gera til lítar, sum tikið verður til.
Les eisini: Arbeiðsfólk ræðast næsta løgtingsval
- Øll, sum dagliga koyra á vegunum síggja, hvussu væl hesi fólk rudda kava og salta, og tað verður ikki tað sama, yvirtaka privatir arbeiðsgevarar hetta.
- Tað er onki at ivast í, at vit fáa eina nógv verri tænastu, enn tað sum Landsverk og kommunurnar veita í dag, sigur Georg F. Hansen.
- Okkara royndir av, at almenn arbeiði vera útboðin, eru ikki góðar, eitt nú, tá ið vaskiarbeiði vera boðin út.
Les eisini: Arbeiðsloysið hevði vaksið 500 fólk
Har hevur tað víst seg, at starvsfólkini fáa munandi verri arbeiðsumstøður, umframt styttri tíð at gera sama arbeiði í, og harafturat ofta meiri arbeiði fyri somu løn.
Hann sigur, at tað er enntá so, at lønin er lækkað, tí at privati arbeiðsgevarin skal hava sín vinning.
- Vit hava eisini sæð, at tænastustigið á summum økjum er versnað, tá ið hon er einskild.
- Tað er ikki tí at privatir eru so góð við land og kommunur at tey bjóða seg fram at yvirtaka almenn arbeiði og vælferðartænastur.
Tað er einans fyri at forvinna pening. Og júst hetta ger, at tænastan, sum er boðin út, verður antin dýrari, ella at starvsfólk, koma undir trýst fyri at fáa tey at arbeiða fyri minni enn sáttmálaløn, sigur Georg F. Hansen.