Nú verður Oyggjadagurin aftur

Árligi oyggjadagurin í Tórshavnar kommunu, tá fólk kunnu vitja oyggjarnar í høvuðsstaðarkommununi, verður leygardagin 14. juni

Undanfarin ár hava fólk havt møguleikan at vitja tríggjar oyggjar, men í ár ber til at vitja í Nólsoy og Koltri, ikki í Hesti. Sum nakað nýtt ber til í ár at fáa eina rundsýning á nýggja Ovasavninum eftir túrarnar í Nólsoy.

 

Heili fýra túrar verða gjørdir út í Koltur. Ein gongutúrur verður niðan á oyggj og hin er í bygdarlagnum, har til ber at vitja innar í savnshúsunum Uppi í Búð og Heimi í Hús. Tað er tískil okkurt til bæði væl og minni væl gongd.

 

Í Nólsoy verða tveir túrar afturat rundsýningini í Ovasavninum. Ein gongutúrur Suður í dalar og ein barnavinaligur túrur, har farið verið í Korndalar til Prinsessutoftirnar og Uppi í skip. Ein sjórænari fer at siga frá á barnavinaliga túrinum. Siglt verður út til Nólsoyar og aftur við søguligu sluppini Westward Ho.

 

Oyggjadagurin hevur verið hildin í Tórshavnar kommunu síðani 2015. Okkurt árið er hann kortini vorðin av ongum av ringum veðri ella koronu.

 

Um veðrið ikki er til vildar til onkran túrin, verða túrarnir avlýstir og peningurin endurgoldin.

 

Til ber at keypa sær atgongumerki á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn her:

 

https://www.visittorshavn.fo/fo/oyggjadagur-2025/

 

Eisini ber til at fylgja við á Facebook síðuni hjá Oyggjadegnum her: fb.com/oyggjadagur