Hevði tú viljað keypt tær einar útpissaðar kovboybuksur fyri fleiri túsund krónur? Svarið er kanska so sjálvsagt, halda vit. Men, soleiðis er tað bara ikki, tí hvat nú, um hetta var mótin?
Merkið, sum hevur sín uppruna úr London, JordanLuca, verður nógv umrøtt nú um dagarnar, eftir at fyritøkan hevur sent nakrar buksur, ið síggja út sum útpissaðar, á marknaðin.
Mótaskrivarar kring heimin hava lagt til merkis hesar buksur, tí hvør hevði viljað keypt sær einar slíkar - fyri ikki at tosa um at rinda fleiri túsund krónur fyri tær?
Men, stutta svarið er, at tað vildu fleiri, tí buksurnar eru longu útseldar, og sambært www.dagbladet.no er prísurin 8.500 norskar krónur. Tað er nógv, tó at norska krónan er lág í løtuni.
- Eg kann ikki siga, at eg síggi, hvør kjarnan er í hesum - undantikið, at endamálið er at fara út um tey mørk, vit vanliga kenna og at verða sæddur, sigur norska mótakvinnan, Pia Henriksen, við heimasíðuna.











