Sólin skínur oman og niðan, og tað eru góð fótbóltslíkindi.
Seinnapartin vera tríggir dystir í bestu landskappingini. Ein var í gjár, tá ið Víkingur vann 7-0 ímóti TB, og í annaðkvøld verður grannauppgerð í Gundadali.
Í fleiri feløgum hava venjingarnar ikki verið so regluligar og intensivar, sum tær plaga at vera. Kavin hevur argað, og í onkrum førum hava útlendskir spælarar og venjarar verið heima og hildið frí í nakrar dagar.
Landsliðsspælararnir lendu ikki í Vágum aftur fyrr enn týskvøldið, og fyrstu venjingarnar, sum teir saman við heimligu liðfeløgunum vóru við í, vóru mikukvøldið.
Næstu vikurnar verður nógvur fótbóltur. Tað verður spælt hetta vikuskiftið og so aftur leygardagin – páskaaftan – tá ið tað verður fult umfar – og so verður fótbóltur annan mikudag, sum er 12. apríl, og aftur 16. apríl og 29./30. apríl.
Sunnudagin 2. apríl
KÍ – EB/Streymur: Alex Troleis kl. 15.00
ÍF – AB: Rúni Olsen kl. 15.00
07 Vestur – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00











