Í ár kunnu campingvognar standa í Klaksvíksgarðinum, við Norðborg, á Varpinum, á stadionøkinum og við Føroya Bjór. Talið á plássum er avmarkað.
Campingplássini verða seld umvegis heimasíðuna sf.fo. Har verður link til avgreiðsluna.
Sølan byrjar týsdagin 11. juli kl. 18:00.











