Nú skulu vinnuøki og havnaløg ruddast

- Tilfar, sum ikki er ruddað burtur hin 10. desember, verður burturbeint uttan aðra ávaring fyri eigarans rokning og ábyrgd, siga tey í Sunda kommunu.

Nú fara tey í Sunda kommunu at rudda vinnu-og havnaøkini á Oyrarbakka, við Norðskála og við Áir. 

 

- Í hesum sambandi heita vit á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast - og í seinasta lagi hin 10. desember 2021.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Sunda kommunu um økini.  

 

- Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, eitt nú akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd.

 

Í kommununi siga tey, at er tilfar ikki ruddað burtur hin 10. desember, verður tilfarið burturbeint uttan aðra ávaring fyri eigarans rokning og ábyrgd.

 

- Er nakað ivamál í hesum sambandi, kann ringjast til Sunda kommunu ella skriva eitt teldubræv til kommununa, verður lagt aftrat.