Nú skulu fleiri valstøð kring landið niðurleggjast

Veljarin skal hava trygd fyri, at hann kann vera dulnevndur

Nú skulu fleiri valstøð kring landið leggjast niður.

 

Veljarin skal hava trygd fyri, at hann kann vera dulnevndur

 

Seinni í ár verður kommunuval í Føroyum, men nú skal talið á valstøðum kring landið til kommunuvalið, minkast munandi.

 

Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina fyri kommunuval soleiðis, at allar kommunur skulu hava minst eitt valstað.

 

Men ein kommununa kann hava fleiri valstøð, men treytin er, at tað skulu vera minst 100 veljarar til hvørt valstaðið.

 

- Í dag kann spurnartekin setast við, um grundleggjandi rætturin til at atkvøða loyniligt, er tryggjaður, og tí verður neyðugt at hava minst 100 veljarar á hvørjum valstaði, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í uppskotinum.

 

Samstundis sum at fleiri valstøð verða niðurløgd, verður rætturin til at atkvøða við brævatkvøðu, víðkaður soleiðis at øll, sum vilja velja við brævatkvøðu, kann gera tað, uttan mun til um tað ber til at møta á valstaðnum valdagin ella ikki.

 

Endamálið er eisini, at brævatkvøður skulu telja við, bara tær eru komnar á valstaðið áðrenn atkvøðugreiðslan er endað, og ikki sum nú, har tær skulu vera komnar á valstaðið áðrenn tað letur upp um morgunin.

 

Veljarar, sum búgva á útoyggj, sum ikki hevur sjálvstøðugt valstað, kann velja við brævatkvøðu á oynni.

 

Og at henda brævatkvøðugreiðsla kann eisini fara fram sjálvan valdagin, um ikki samferðslumøguleikar, ella veður, forða fyri tí.

 

Har valstøð verða niðurløgd tí tey ikki lúka minsta kravið fyri tali á veljarum, skal kommunan kunna skipa fyri brævatkvøðing á staðnum.

 

Henda brævatkvøðugreiðsla eisini kann tá eisini fara fram valdagin, um ikki samferðslumøguleikar, ella veður, forða fyri tí.

 

Summi fólk hava brúk fyri hjálp til at greiða atkvøðu, men tá skulu altíð tvey hjálparfólk vera hjástødd. Men nú skulu tey sjálvi kunna velja annað hjálparfólkið.