Nú skal ruddast Úti við Neyst

- Allir bilar, lastir, lastbilar og annað skal flytast av økinum sum skjótast, siga tey í Sunda kommunu.

Í Sunda kommunu heita tey nú á sínar borgarar um at rudda Úti við Neyst í Hvalvík.

 

- Heitt verður á øll, ið eiga bilar, lastir, lastbilar og annað, sum stendur Úti við Neyst á havnarlagnum í Hvalvík, um at flyta hetta sum skjótast.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at mánadagin hin 29. november verður farið undir grevstur og annað arbeiði fram við vegnum Úti við Neyst á havnarlagnum í Hvalvík.

 

- Í hesum sambandi skulu allir bilar, lastir, lastbilar og annað, flytast av økinum sum skjótast.

 

Sagt verður, at arbeiðið, sum her fer í gongd, fer at halda fram restina av hesum árinum.

 

- Um fyrispurningar eru í hesum sambandi, kunnu borgarar venda sær til tekniska leiðaran hjá kommununi, verður lagt aftrat.