Altjóða miðlar hava verið á gosi hesa vikuna, tí Kylian Mbappé hevur boðað frá, at hann gevst í Paris Saint Geramin eftir hetta kappingarár. Hetta er minst triðju ferð, at hann er á veg úr felagnum, men hesa ferð sær út til at tað er álvari í prátinum.
25 ára gamla franska heimsstjørnan væntast at skifta til Real Madrid, sum í løtuni er við at byggja eitt lið við heimstjørnum á flestu plássum. Í summar keypti Real Madrid Jude Bellingham frá Borussia Dortmund og hópurin telur spælarar sum Vini Júnior, Luca Modric, Rodrygo, Toni Kroos, Eduardo Camavinga, Aurelien Tchouameni og Federico Valverde.
Enskir fjølmiðlar hava roynt at setta Kylian Mbappé í samband við Liverpool og Arsenal, men tað er lítið sannlít at hesi feløgini kunnu ganga fíggjarligu krøvunum hjá Kylian Mbappé á møtu, hóast hann er í fyrstu atløgu er ókeypis, tí hann er uttan sáttmála.











