Nú nærkast skúlabyrjan

Í dag og í morgin er innskriving til 1. flokk fyri skúlarnar i Tórshavnar kommunu.

Í dag er verður fyri mong fyrsta ítøkiliga stigið til skúlagongd tikið, tá barnið skal innskrivast í 1. flokk.

 

Fyri skúlarnar í Tórshavnar kommunu er innskriving í dag og í morgin í Reinsarínum í Tórsgøtu. Hundraðtals spent skúlabørn møta til innskrivingina og fáa síðani eina lítla heilsan frá kommununi við sær heimaftur. Inni í Perluni ber eisini til at fáa eina mynd tikna, til minnis um stóra dagin.

 

11 skúlar eru í Tórshavnar kommunu, har av seks teirra eru í Havnini, á Argjum og í Hoyvík. Teir eru Eysturskúlin, Hoyvíkar skúli, Sankta Frans skúli, skúlin á Argjahamri, skúlin við Løgmannabreyt og nú samanlagdi Vesturskúlin, sum er Kommunuskúlin og Venjingarskúlin.