Nú nærkast NSÍ Europa

07 Vestur helt tørn, inntil tað restaði eitt korter, og so skoraði NSÍ tvey mál

Tað tók sína tíð, men at enda eydnaðist tað favorittunum í NSÍ at vinna 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Fyrra málið skoraði Jørgen Nielsen, sum 12 minuttir eftir steðgin avloysti Mórits Heina Mortensen. Tað restaði eitt korter, tá ið Jørgen Nielsen skoraði fyri aðru ferð í ár. Fyrra málið skoraði hann í áttanda umfari, tá ið NSÍ á heimavølli vann 3-0 ímóti TB.

 

Seinna málið skoraði Mikkel Elbæk Jakobsen, tá ið tað restaðu seks minuttir. Uppleggið átti Jacob Trenskow.

 

NSÍ var leikliga omaná, og tað vóru væl fleiri spentar støður og málmøguleikar í brotsteiginum hjá Silasi Eyðsteinsson og 07 Vestur, enn tað vóru frammanfyri Karstin Hansen, sum aftur í dag vardi NSÍ málið.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at NSÍ nú hevur 41 stig. Tað er eitt stig fram til B36, sum á fjórða plássi hevur eitt sindur betri málmun, enn NSÍ hevur.

 

Spenningurin er stórur um, hvat av hesum liðunum fer at enda á fjórða plássi.

 

Í næstsíðsta umfari fer NSÍ at spæla á útivølli í Fuglafirði, og B36 fer at spæla á heimavølli ímóti Víkingi. Í síðsta umfari hittast NSÍ og B36 í Runavík.

 

07 Vestur eigur heimavøll ímóti HB, áðrenn 07 Vestur rundar av við TB á útivølli.

 

KÍ (FM)24222095868
Víkingur251852582459
HB241644782152
B36251195493142
NSÍ251258473641
07 Vestur257414316825
EB/Streymur246414265022
B68255416266519
ÍF254417246316
TB24032115833

 

 

 

Mikudagin 20. oktober

 

HB - KÍ

 

TB - EB/Streymur

 

Sunnudagin 24. oktober

 

KÍ - EB/Streymur

 

ÍF - NSÍ

 

B68 - TB

 

07 Vestur - HB

 

B36 - Víkingur