Nú er gjørt av at lækka summar prísir fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað boðar tunlafelagið frá í dag. Tað verður frá týsdegnum 1. juni, at prísirnir verða lækkaðir, men tað er bara fyri bussar.
Fyri smábussar við upp til 20 fólkum verður prísurin fyri at koyra einvegis millum Eysturoynna og Streymoynna, lækkaður úr 475 krónum, niður í 200 krónur. Ímillum Strendur og Rókina lækkar prísurin úr 300 krónum niður í 100 krónur
Fyri størri bussar, sum taka omanfyri 20 fólk, verður prísurin fyri at koyra einvegis millum Eysturoynna og Streymoynna lækkaður úr 1.250 krónum, niður í 400 krónur Ímillum Strendur og Rókina lækkar prísurin úr 750 krónum niður í 200 krónur. Prísirnir eru treytaðir av, at tú hevur hald, tí tey, sum ikki hava hald, rinda tvær ferðir hesa upphæffina.
Samstundis er avgjørt at halda fram við verðandi prísum fyri vørubilar, sigur leiðslan í felagnum.