Nú lækka prísirnir aftur

Príshækkingin var bara í gildið í ein góðan mánað

Nú er prísurin fyri at flyta farm á tveimum rutum ghá Strandferðsluni, lækkaður. Talan er um rutuna hjá Teistanum og Hasfjord ímillum Gomlurætt og Skopun og rutuna hjá Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina, at prísirnir nú eru lækkaðir.

 

Annars vórðu prísirnir hækkaðir tann fyrsta apríl, men príshækkingin var sostatt bara í gildið í ein góðan mánað. Strandferðslan hækkaði faramgjøld við Smyrli, tí tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, var tað einavtala, at Strandferðslan skuldi hækka inntøkurnar av farmaflutninginum ímillum Suðuroynna og Havnina.

 

Samstundis hækkaðu farmagjøldini fyri allar bilar yvir níggju metrar á Sandoyarleiðini, tí tá ið Hasfjord kom, fór Skopunar Kommuna at senda Strandferðsluni rokning fyri havnargjald fyri hasfjord. Men hesar príshækkingarnar elvdu til politiskt rumbul, tí politikarar hildu ikki, at tað var nakað skil í at hækka útreiðslurnar hjá vinnulívinum í Sandoy og í Suðuroy, har vinnulívið longu frammanundan er fyri vanbýti av teimum farmagjøldum, sum eru.

 

Úrslitið var, at Løgtingið hækkaði játtanina til Strandferðsluni við tí endamálið at lækka farmagjøldini aftur. Tað hevur Strandferðslan sett í gildið í dag, og sostatt er tað nú 250 krónur bíligari at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina og tað er nú 175 krónur bíligari at flyta bilar yvir níggju metrar ímillum Gomlurætt og Skopun.