Nú ber til hjá almenninginum at fylgja við, hvussu hvussu fíggjarstøðan er hjá landinum og, hvussu gongdin er.
Hetta er ikki bara galdandi fyri sjálvan landskassan, men eisini fyri eina rúgvu av stovnum undir landinum, sigur Gjaldstovan á heimasíðuni.
Tað er Fígging Landsins á Gjaldstovuni, sum hevur lagt eitt yvirlit á heimasíðuna, har tað altíð ber til at fylgja við gjaldførinum og fíggjarstøðuna, bæði hjá landskassanum og hjá teimum seintøku stovnunum undir landinum.
Umframt at vísa gjaldførið hjá landskassanum, ber eisini til at síggja fíggjarstøðuna hjá teimum einstøku stovnunum, sum eru á fíggjarlógini.
Somuleiðis ber til at síggja, hvussu nógv stendur her í Føroyum og hvussu nógv stendur uttanlands.
Ein triði møguleiki er at síggja, hvørji aktiv, gjaldførið stendur í - er tað sum reiður peningur, í statslánsbrøvum, realkredittlánsbrøvum, ella øðrum.
Alt hetta sæst við at fara inn á leinkjuna niðanfyri:










