Nú kunnu børn klaga tá eingin vil hjálpa

Børn og ung kunnu klaga til Løgtingsins Umboðsmann, tá ið skúlin, ella onkur annar, ikki vil hjálpa teimum, ella tá ið tey eru illa viðfarin

Børn fáa nú møguleika at klaga til Løgtingsins umboðsmann, halda tey seg verða skeivt viðfarin.

Umboðsmaðurin, sigur, at hann nú eisini fer at kunna kanna bæði almennar og privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum.

 

Tað verður frá í morgin, 1.oktober, Løgtingsins umboðsmaður fer at hava eftirlit við, at Føroyar halda tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum um at tryggja rættindini hjá børnum.

 

Umboðsmaðurin hevur longu frammanundan eftirlit við, at myndugleikarnir ikki vanrøkja sínar skyldur og gera fólki órætt.

Hann viðger eisini klagur frá fólki, sum halda, at ein myndugleiki hevur borið seg skeivt at móti teimum.

 

Men nú skal Løgtingsins umboðsmaður skal hava eftirlit á barna- og ungdómsøkinum.

- Hann skal viðgera klagur um viðurskifti hjá børnum og sjálvur taka mál upp, har hann heldur, at tað krevst.

- Lógin gevur eisini umboðsmanninum loyvi til at kanna og vitja bæði almennar og privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum.

 

Børn kunnu til dømis klaga til umboðsmannin, um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa teimum. Tey kunnu eisini klaga, um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, tey er ósamd í og tey kunnu eisini klaga, halda tey, at tey eru skeivt viðfarin.

 

Fleiri dømir kunnu lesast á nýggju heimasíðuni hjá umboðsmanninum: www.bum.fo.

Síðan er ikki virkin í skrivandi løtu.

 

Kann Løgtingsins umboðsmaður ikki sjálvur hjálpa børnum við teirra trupulleikum, kann hann seta tey í samband við onkran annan, ið kann hjálpa.

 

Umboðsmaðurin fer at virka saman við øðrum myndugleikum, sum arbeiða fyri rættindunum hjá børnum, millum annað við “Tú og Eg Ráðgevingina”, sum gevur børnum og ungum ráð og vegleiðing.