Undirritaðu feløg, Fleyr, Kyndil og Neistin, skulu við hesum gera síni sjónarmið greið viðvíkjandi hallarmálum og tímatrotinum hjá hondbóltinum og flogbóltinum í Havn.
Trot hevur verið á venjingartímum í fleiri ár, og trupulleikin bara veksur, so hvørt sum býurin veksur, fleiri íðkandi leggjast aftrat í feløgunum, og ymsu tiltøkini fjølgast.
Hvørt ár í august skulu feløgini í kommununi royna at semjast um býtið á tímum, og hvørt ár gongur hetta illa, tí alt ov fáir tímar eru. T.d. mugu summi lið til Kollafjarðar at venja.
30 ár síðan seinastu útbygging
Høllin á Hálsi varð bygd í 1970, tí ítróttafeløg sjálv tóku stig til at fáa hana bygda. Hon varð gjørd saman við kommununi. Gundadalshøllin kom í 1984, tí Neistin, Kyndil og Fleyr bygdu hana.
Hetta er tað, sum er gjørt fyri hondbólt og flogbólt í Havn, hvat hallum viðvíkur. Kommunan hevur so sjálv tikið stig til at byggja ítróttarhallir í Hoyvík í 2002 og í Kollafirði í 2007.
Nú sigur býráðslimurin, Bogi Andreassen, at høll skal byggjast á Argjum. Gleðiligt er, at hallarspurningurin er á breddanum, men løgið er, at mælt verður til at raðfesta Argir fram um Gundadal, tí kommunan kennir trupulleikarnar í Gundadali.
Ætlanir um at byggja út
Neistin, Kyndil og Fleyr samráddust til í vár í nærum tvey ár um at avhenda Tórshavnar kommunu Gundadalshøllina, so kommunan kundi byggja hana út til dupulthøll.
Kyndil og Fleyr tóku undir við sáttmálanum, sum fyrilá, so farast kundi undir útbyggingina beinanvegin, men ein eykaaðalfundur hjá Neistanum vrakaði hann. Tí kundu feløgini ikki fara víðari við tí málinum.
Síðan hava Kyndil og Fleyr umrøtt á fundi við Tórshavnar kommunu at byggja høllina á Hálsi út, so ein hondbóltsvøllur fæst aftrat. Ein skitsa er gjørd, sum vísir, hvussu hetta kann verða gjørt í norðurendanum.
Á tí fundinum upplýsti kommunan, at ein onnur ætlan fyriliggur í umsitingini um at byggja ein hálvan vøll upp í høllina á Hálsi. Hesum mæltu feløgini staðiliga frá, tí til ber ikki at spæla hondbóltdystir á hálvum vølli.
Framvegis bara óvissur
Síðan hendan fundin hevur onki verið at hoyrt um hallarmál, fyrr enn eitt umboð fyri HSF púra rætt vísti á í sjónvarpinum fyrr í vikuni, at hondbólturin í Havn er hart kroystur av vantandi hallarkapasiteti.
Borgarstjórin nevndi í tí sambandinum, at ætlanin er at byggja út á Hálsi. Hann nevndi í øðrum lagi eina høll á Argjum og síðan eina multihøll, sum tó kostar nógv meiri enn vanligar hallir.
Onki fyriliggur tó við vissu um hallarútbyggingar, og hetta er ónøktandi fyri allar partar. Tí heita vit á kommununa um at gera greitt, hvør ætlanin í hallarmálum í Havn er.
Vesturbýurin fær sítt
Eftir tí, feløgini hava fingið upplýst frá kommunalu umsitingini, verður ein heil ítróttarhøll í Marknagilsdeplinum og eisini ein í Skúlanum á Fløtum.
Á tann hátt verður vesturbýurin rættiliga væl stillaður við hallum, men í Gundadali, har Kyndil, Neistin og Fleyr hava heimstað, fer at valda sama skil sum nú.
Vit heita tí á kommununa um at byggja høllina á Hálsi út til dupulthøll, so feløgini, sum hava vunnið Havnar býi mangt eitt steypið millum ár og dag, kunnu fáa tíðarhóskandi hallarumstøður.
Heini Weihe, form. Fleyr
Uni Arge, form. Kyndil
Súna Mørk, næstforkv. Neistin