Nú koma norðurírarnir skjótt

Føroyar-Norðurírland: Í morgin lendir norðurírlandska landsliðið í Vágunum

Nú styttist av álvara til landsdystin fríggjakvøldið, har Føroyar og Norðurírland bresta saman. Júst sum føroyingarnir, so hava norðurírar eisini fyrireikað seg til dystin alla hesa vikuna. Higartil hava norðurírski hópurin hildið til og fyrireikað seg á heimabeitinum í Belfast.

 

Í morgin kemur norðurírska ferðalagið tó á okkara klettar. Eftir ferðaætlanini skulu norðurírarnir lenda klokkan 12.30 vesturi í Vágunum. Eisini fer Norðurírland at venja á Tórsvølli klokkan 18 í morgin.

 

Hópurin hjá Norðurírlandi sæst niðanfyri. Hann telur sum so ikki nakra veruliga heimsstjørnu, men gløggi fjepparin av bretskum fótbólti kennir tó helst nøvn aftur. Jonny Evans, sum júst er skiftur til West Bromwich frá Manchester United, er við í hópinum, og eisini er ungi Paddy McNair, sum hevur spælt nakrar dystir á besta liðnum hjá United, við í norðurírska ferðalagnum. Afturat hesum báðum kann nevnast stóri áleyparin Kyle Lafferty, sum skoraði einsamalla málið hjá Norðurírlandi, tá ið Føroyar og Norðurírland hittust á Svangaskarði 12. oktober 2010. Tann dysturin endaði 1-1. 

 

Her er hópurin hjá Norðurírlandi:

Roy Carroll, Notts County

Michael McGovern, Hamilton Academicals

Alan Manus, St Johnstone

Aaron Hughes, Melbourne City

Chris Baird, Derby County

Gareth McAuley, West Bromwich Albion

Jonny Evans, Manchester United

Craig Cathcart, Watford

Shane Ferguson, Newcastle United

Conor McLaughlin, Fleetwood Town

Paddy McNair, Manchester United

Lee Hodson, MK Dons

Steve Davis, Southampton

Chris Brunt, West Bromwich Albion

Corry Evans, Blackburn Rovers

Oliver Norwood, Reading

Pat McCourt, Luton Town

Stuart Dallas, Leeds United

Ben Reeves, MK Dons

Kyle Lafferty, Norwich City

Josh Magennis, Kilmarnock

Will Grigg, Wigan Athletic

Niall McGinn, Aberdeen

Jamie Ward, Nottingham Forest

Caolan Lavery, Sheffield Wednesday

Liam Boyce, Ross County