Nú koma lønir hjá landsstýrisfólki í tingið

Eitt av teimum 33 málunum, sum landsstýrið nú fer at leggja fyri tingið, er málið um løn og eftirløn landsstýrismanna

Landsstýrið fer at leggja 33 ymisk mál fyri løgtingið, sum skulu avgreiðast hesa tingsetuna, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. Eitt av hesum málum er uppskot um broyting í løgtingslóg um samsýning landsstýrismanna.

 

Hetta málið er verið nógv umrøtt, og fleiri ferðir hevur løgmaður sett nevnd at kanna málið. Hann hevur soleiðis tríggjar frágreiðingar liggjandi á borðinum, sum allar mæla til, at serliga eftirlønin hjá landsstýrisfólki verður fullkomiliga endavend.

 

Sum er fáa landsstýrismenn tænastumannaeftirløn. Tað merkir, at teir, tá teir fara frá við pensjón, fáa 60 prosent av lønini, tá teir hava upptjent sær fullan eftirlønaraldur. Men meðan vanligi tænastumaðurin skal brúka 37 ár at upptjena sær hendan eftirlønaraldur, so fáa landsstýrismenn og løgmaður rætt til fulla eftirløn longu eftir átta árum.

 

Tað merkir, at um vit umrokna pensjónina hjá landsstýrisfólki til vanlig pensjónsinngjald hjá einum vanligum løntakara, so merkir tað, at teir fáa tað, sum svarar til eitt pensjónsinngjald upp á yvir 100.000 krónur um mánaðin. Hetta er ein dýr skipan fyri landskassa – so dýr, at hon sambært útrokningum kostar landskassanum oman fyri 50 milliónir krónur í framtíðar útreiðslum fyri hvørt valskeið.

 

Málini, sum landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið, eru hesi:

 

 

1.     Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini (virkisveð) og konkurslógini (heimildin)fylgisbroyting til virkisveð (Løgmaður)

 

2.     Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar”Ændringsordning om delvis ikrafttræden for Færøerne om ændring af konkursloven (Gennemførelse af virksomhedspant (Løgmaður)

 

3.     Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning landsstýrismanna (Løgmaður)

 

4.     Uppskot til løgtingslóg um at umvæla Stokkastovuna í Tinganesi (Løgmaður)

 

5.     Uppskot til samtyktar um at góðkenna broytingar í NAFO sáttmálanum + skjøl (Løgmaður)

 

6.     Uppskot til samtyktar um ÓÓÓ- sáttmálan (IUU) (Løgmaður)

 

7.     Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokol um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland viðv. Tvískatting (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

 

8.     Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2014 (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

 

9.     Uppskot til løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

 

10.   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

 

11.   Uppskot til kunngerð um talgildan roknskap (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

 

12.   Uppskot til løgtingslóg um langtíðarleigu av nýbygdum havrannsóknarskipi (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum) 

 

13.   (Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

 

14.   Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um fjarskifti – Avlurting (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

15.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í fjarskiftislógini – nummarportabilitet (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

16.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um fólka og farmaflutning (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

17.   Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, vinnufelagslógina, lóg um vinnurekandi grunnar og løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

18.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetni (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

19.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um at broyta marknaðarføringslógina (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

20.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um Visit Faroe Islands (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

21.   Uppskot til ændringsforslag til útlendindingakunngerð (Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

 

22.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

 

23.   Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um miðnám til ung við serligum tørvi a(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

 

24.   Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um undirvísingarmiðlar (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

 

25.   Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og listan v.m. (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

 

26.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um førleikameting (Landsstýrismaðurin í mentamálum) 

 

27.   Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

 

28.   Upprit um høli hjá Søvnum Landsins (Landsstýrismaðurin í mentamálum)

 

29.   Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

 

30.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barna – og ungdómstannrøkt (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

 

31.   Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

 

32.   Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne at lov om psykologer” (Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

 

33.   Uppskot til løgtingslóg um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum (Landsstýriskvinnan í almannamálum)