Herjólfur er nú á veg aftur til Føroya. Hann varð leigaður til Føroya at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina afturat Smyrli. Í høvuðsheitum var ætlanin, at hann skuldi hjálpa til at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina, men hann endaði eisini sum avloysaraskip fyri Smyril tá ið hann fór í dokk.
Men fyri einum góðum mánað síðani fór hann aftur til Íslands at vera avloysaraskip har fyri ferju, sum skuldi til eftirlit. Upprunaliga skuldi Herjólfur koma aftur fyri eini viku síðani, men dokkingin í Íslandi gekk ikki sum ætlað, so tað var ikki fyrr enn nú um vikuskiftið, at skipið kom av beding.
Fríggjadagin fór manningin á Herjólfi úr Føroyum yvir til Íslands og í gjárkvøldið loysti hann so og setti kós ímóti Føroyum.
Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni sigur, at líkindini eru einki serlig, men tað batnar so hvørt hann nærkast Føroyum.
Hann væntat, at Herjólfur verður á Havnini einaferð í nátt, ella tíðliga í morgin ári. Tá skal støða so takast til, nær hann verður settur aftur í sigling, um tað verður mikudagin ella hósdagin, ella kanska í næstu viku, tað veldst eitt sindur um tørvin.
Eftir ætlan skal Herjólfur sigla ein túr um dagin ímillum Suðuroy og Havnina, fýra dagar um vikuna, týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag.