Nú kann hon keypa fyri 104.000 í Bónus

Í fyrsta drátti í kvøld steðgaði hjólið á bláa leypinum, har ein kvinna, sum ringdi úr Klaksvík, vann fyri eitt árskeyp í Bónus.

Tað kann ganga skjótt, tá tað gongur væl, og soleiðis var í gekka-spælinum í kvøld.

 

Tí, longu í fyrsta drátti eydnaðist tað einari kvinnu, sum ringdi úr Klaksvík, at vinna fyri eitt árskeyp á 104.000 krónur í Bónus.

 

- Bónus-handlar eru kring landið, og keypið kann gerast í øllum Bónus-handlum, segði verturin í gekkaspælinum í kvøld, Magnus Magnussen.

 

Tað var Hanna Vang í Klaksvík, sum fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum. Hon segði, at tey sótu seks fólk við átta gekkum.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 1,1 miljónir krónur, sum var í gula leypinum. Í hinum báðum leypunum vóru cruise-ferðin og vinningurin í Bónus.

 

Longu í fyrstu royndini hjá Honnu Vang steðgaði hjólið á bláa leypinum. Nú var látur og meylan at hoyra aftan fyri kvinnuna í horninum, og frøin var stór.

 

- Vit steðga. Óført. Vit siga takk fyri góða vinningin, segði kvinnan úr Klaksvík, sum nú kann keypa fyri 2000 krónur um vikuna í eitt heilt ár.