Listaboykottið, sum listafólk settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda 2. november 2012, er nú av.
Tað vóru Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen, sum tá mæltu øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyri til tess at mótmæla teim skerjingum, sum tá vóru framdar móti íløgum landsins í mentan og list.
Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen, ið byrjaðu listaboykottið, eru nú vorðnir samdir um at avlýsa tað. Hetta kemst ikki av tí, at mentamálaráðharrin hevur gjørt nakað fyri, at seta pengarnar inn aftur í Mentanargrunnin, siga teir við listaporta.com
– Og tað nýggjasta er, at hann hevur hildið grunnin Fjølrit sum gísla, tí hann vil hava, at grunnurin skal gjalda administratiónina av nýggju upphavsrættslógini. Men vit avlýsa, tí at boykottið liggur og svevur í so leingi, og so koma onkrir fyrispurningar, og vit siga at boykottið er framvegis galdandi. Vit eru komnir til ta avgerð, at best er at avlýsa, men ásanna samstundis, at hetta er kanska størsta boykott nakrantíð. Ikki bert í Føroyum, men størsta listaboykott nakrastaðni. Og við hesum vilja vit vísa á, at sjálvt um føroysk listafólk liva undir ósømiligum korum, finna vit okkum ikki í øllum. Og hetta skal vera eitt týðiligt signal til maktina, at um nakað tílíkt hendir aftur, verður eitt boykott nógv meir umfatandi, siga teir.