Nú gongur striltið í Berlin – aftanfyri 12-17

Nú stendur á gomlu nøglum hjá U-21 landsliðnum í HM kappingini í Berlin. Í fjórðingsfinaluni eru vit aftanfyri 12-17

 

Tað hevur ikki gingið eins væl hjá U-21 hondbóltslandsliðnum sum í undanfarnu dystum. Serbar hava verið á odda allan dystin, og teir løgdu seg á odda beinanvegin. Føroyar hevði fyrsta álopið, men tað kiksaði, tá Elias brendi. Serbar løgdu seg tí á odda bæði 1-0 og 2-0. Føroyingar fingu fyrsta málið við brotskasti, sum Elias setti í netið.

Vit fingu javnleik til bæði 3-3 og 4-4., men so dragnaði.

Vit hava lítið og einki sæð til Hákun West á Teigum, sum at kalla hevur verið mansvardur alla tíðina. 

 

##med2##

Men harumframt hava vit brent einar seks 100 prosents kjansir.

Sum hálvleikurin leið blivu føroyingar frægari í verjuni, men tað gekk framvegis illa at skjóta mál. Og Hákun kom ongantíð inn í dystin, tí hann fær ikki møguleikan spæla.

Hóast Janus fekk mál í 29.40 minutti, so eydnaðist Serbia at fáa bóltin í málið í síðsta sekundið, so hálvleikurin endaði 17-12 til Serbia.

 

##med3##

 

##med5##

 

##med4##

 

##med6##