Nú fer Sverri í landsrættin

– Eg hevði ikki gjørt hetta umaftur, sigur 47 ára tvørámaðurin Sverri Nilssen, sum í 10 ár hevur roynt at fáa Suðuroyar Sjúkrahús at viðganga læknafeil

– Eg hevði ikki gjørt hetta umaftur, sigur 47 ára tvørámaðurin Sverri Nilssen, sum í 10 ár hevur roynt at fáa Suðuroyar Sjúkrahús at viðganga læknafeil.

 

– Eg eri bara glaður um, at málið fær ein enda, sigur Sverri Nilssen, sum skal møta í Eystara Landsrætti týsdagin.

 

Harvið verður punktum loksins sett í 10 ára gomlum stríði millum Sverra Nilssen og Suðuroyar Sjúkrahús. 47 ára gamli tvørámaðurin tvíheldur um, at læknafeilur var orsøk til, at hann misti høgra undirarm.

 

Trý og eitt hálvt ár eru síðani, at Føroya Rættur feldi dóm í málinum. Sverri Nilssen fekk ikki viðhald. Hann megnaði ikki at sannføra dómaran um, at sloppið kundi verið undan at amputera høgra undirarm, um so er at yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevði hildið fram við regluliga eftirlitinum, heldur enn at sleppa sjúklinginum leysan.

 

Sverri Nielsen hevði annars fingið viðhald frá Patientklagenævnet og Retslægerådet, sum bæði komu til ta niðurstøðu, at yvirlæknin átti at hildið fram við eftirlitinum, tá afturi í november 2003.

 

Tað bleiv sum nevnt ikki gjørt. Men eftirtíðin skuldi vísa, at ein knútur framvegis var í høgra undirarmi. Á heysti árið eftir var hann somikið stórur, at hann máldi 6-8 sentimetrar í diametur. Sverri Nilssen varð sendur á Ríkissjúkrahúsið, sum í fyrstu atløgu ikki metti knútin at vera illkynjaðan. Men nærri kanningar staðfestu tað øvugta, og 20. januar 2005 varð høgri undirarmur tikin. Tá var knúturin vaksin til umleið 15 sentimetrar í diametur.

 

Hóast Sverri Nilssen hevði fingið viðhald frá bæði Patientklagenævnet og Retslægerådet, ávíkavist í 2005 og 2008, so fríkendi Føroya Rættur sum nevnt Suðuroyar Sjúkrahús og táverandi yvirlækna, Jan Jespersen. Saksøkjarin kundi ikki prógva, at læknafeilurin var beinleiðis orsøk til, at høgri undirarmur seinni mátti amputerast.

 

Sverri Nilssen valdi at skjóta dómin í Føroya Rætti 7. mars 2011 inn fyri Eystara Landsrætt.

 

– Tað hava verið bæði góð og ring ár. Eg má bara góðkenna, at eg megni ikki tað sama, sum áðrenn eg misti armin, og kenslan av hjálparloysi vitjar viðhvørt. Men í einum rættarsamfelag mást tú ikki halda teg aftur í at krevja tín rætt, sigur Sverri Nilssen, sum í sama viðfangi blankt viðgongur, at hann hevði ikki klárað eitt slíkt stríð einaferð afturat.

 

– Eg hevði ikki gjørt hetta umaftur. Tað havi eg snøgt sagt ikki psyku til, sigur Sverri Nilssen.

 

Les meira um málið í Sosialinum.