Nú fara tey aftur at pussa sær skógvarnar

Nú koronu-avmarkingarnar verða tiknar av í endanum av hesum mánaðinum, fer ivaleyst at koma lív í aftur náttarlívið.

 

Soleiðis verður eitt nú á Strondum, har Strálan fer at skipa fyri einum stórum føstulávintstiltaki í bygdahúsinum.

 

Tiltakið verður leygarkvøldið hin 26. februar, og her verður góður føstulávintsdansur við bólkinum, Sommerson Band, sum spælir góðan dansitónleik.

 

- So, nú verður høvi aftur at pussa sær dansiskógvarnar, siga tey í Stráluni í Strondum, sum nýliga hevur fingið nýggjan kappróðrarbát. 

 

Í Stráluni vísa tey á, at tá tiltakið verður, verður eisini høvi hjá fólki at hita upp fyri sjálvan føstulávintsdansin - við góðum búffi og øllum tilhoyri.

 

Hetta verður í lítlasali í bygdahúsinum frá klokkan 22.

 

- Vælkomin til eitt gott kvøld í bygdahúsinum á Strondum, er heilsanin hjá teimum, sum standa aftan fyri Stráluna og føstulávintstiltakið.

 

##med2##

 

 

 

Sagt verður um Sommerson Band, at teir spæla góðan dansitónleik.