Í dag er ein Barbie-dukka, sum hevur sjónarbrek, komin í fyrstu handlarnar.
Tað skrivar Ritzau.
Hetta er fyrstu ferð, at amerikanska fyritøkan Mattel, sum framleiðir kendu Barbie-dukkurnar, hevur gjørt eina blinda dukku. Dukkan er ment í samstarvi við American Foundation for the Blin, sum er felag fyri sjónveik og blind.
Í pakkanum saman við dukkuni eru sólbrillur og ein reyður og hvítur stavur.
Hjá Dansk Blindesamfund, sum Ritzau hevur tosað við, fegnast tey um nýggju dukkuna.
– Vit eru fegin um, at leikur verða meira fjølbroyttar. Sambært ST bera 15 prosent av fólkinum í heiminum okkurt slag av breki, og tí er tað gott, at tey eisini verða umboðað í leikum, sigur Diana Stentoft, næstforkvinna við Ritzau.











