Nú fáa kvinnur sum doyðu í barsilssong sítt minnismerki

- Tað var eitt ynski, at minnismerkið kom at standa, har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, ið kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av

Sunnudagin hin 17. desember verður eitt fimm metrar høgt minnismerki úr leiri avdúkað í hugnaligu Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Merkið verður reist yvir allar kvinnur, sum doyðu barsilssong.

 

Tað er Guðrið Poulsen, sum hevur gjørt minnismerkið á Tommerup Keramiske Værksted á Fjóni í Danmark. Arbeiðið varð boðið út, og leirlistakvinnan vann útboðið. Neyðugt hevur verið hjá henni at gjørt minnismerkið í Danmark, tí eingin slíkur ovnur finst í Føroyum.

 

Eisini á verkstaðnum í Danmark vórðu tey noydd at byggja ovnin kring um minnismerkið, sum er komið uppá pláss í Fuglafirði og verður avdúkað seinnapartin sunnudagin, 17. desember.

 

Í Fuglafirði hevur verið neyðugt at brúkt ein av størstu kranabilum í landinum. Sjálvt minnismerkið vigar eini trý tons.

 

Tað var á allahalganadegi í 2018, at hugskotið at reisa eitt slíkt minnismerki birtist og tær, sum sjálvbodnar fóru í holt við verkætlanina, vóru Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir, og Brynhild Næs Petersen, samskipari.

 

Hátíðarløtan í Fuglafirði byrjar klokkan 14, men longu klokkan 13.30 henda dagin byrja skótarnir at selja heitt kakao í Hjallinum í Miðstaðarlundini. Fuglafjarðar Hornorkestur fer at spæla, og Anne Mette Greve Klemensen fer at bjóða vælkomin.

 

Ein fjøltáttað skrá er løgd fyri hátíðarløtuna, og eitt nú fer Eivør Pálsdóttir at syngja “Føroyar mín móðir”. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna-og mentamálum, fer at halda røðu, og Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini hjá løgtinginum, fer eisini at halda røðu.

 

Eftir at minnismerkið er avdúkað, og hesin parturin av skránni í Miðstaðarlundini er liðugur, verður boðið til ein drekkamunn í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Her verður bæði sangur og røður, og eitt nú fer Signar á Brúnni at hugleiða.

 

Rigmor Dam, sum gevur bók út um evnið, ið minnismerkið fevnir, fer eisini at halda røðu, og tiltakið í Mentanarhúsinum endar umleið klokkan 16.30.

 

Søgurnar um kvinnurnar, sum eru deyðar í barsilssong, eru mangan burturtagdar. Men, við minnismerkinum fáa kvinnurnar nú eitt jarðfest og sjónligt minni.

 

Fuglafjarðar kommuna, sum saman við øðrum hevur stuðlað verkætlanini væl fíggjarliga, hevur eisini syrgt fyri jørð-og lendisarbeiðnum, sum er gjørt í Miðstaðarlundini. At minnismerkið júst verður reist her, verður hildið at vera hóskandi.

 

Í Miðstaðarlundini er nógv lív í, og nú verður so minnismerkið yvir kvinnur, sum lótu lív, tá tær góvu lív, avdúkað í hesum hugnaliga og vakra umhvørvi.

 

 

 

Nógvir góðir stuðlar

 

Ein av stigtakarunum til minnismerkið, Brynhild Næs Petersen, sigur, at verkætlanin, sum liggur um hálva aðru miljón, er væl stuðlað av fólki og fyritøkum, serliga í nærumhvørvinum, men enn vantar nakað í, til øll fíggingin er uppá pláss.   

 

Fuglafjarðar kommuna hevur stuðlað verkætlanini við 250.000 krónum, umframt at kommunan eisini hevur gjørt jørð-og lendisarbeiðið, har minnismerkið stendur.  

 

- Vit hava fingið nógvar bæði størri og smærri upphæddir, og alt er líka kærkomið.  

 

Brynhild Næs Petersen sigur, at tað hevur verið fløvandi at sæð breiðu undirtøkuna fyri verkætlanini, og hon vónar, at tað fer at eydnast teimum eisini at fáa tær seinastu krónurnar uppá pláss.