Nú eru verri tíðir – lækkar ríkisveitingin kortini?

Tá samgongan varð skipað og boðað varð frá, at ríkisstuðulin fór at mina við 25 milliónum krónum um árið

Men samstundis varð sagt, at versna tíðirnar, og tað verður afturgongd í samfelagnum, so verður tann avtalan endurskoðað.

Tað er ongantíð ítøkiliga nágreinað, hvussu nógv tíðirnar skulu versna fyri at avtalan um at lækka ríkisstuðulin skal endurskoðast. Greitt er tó, at samgongan ætlaði at hava yvirskot á fíggjarlógin. Men tað er so ikki eydnast. Uttan Búskapargrunnin, so er hallið á fíggjarlógini fyri næsta ár mett at vera 333 milliónir í undirskotið.

Tað hevur fingið Bárð á Steig Niesen, formann Sambandsfloksins, at spyrja løgmann, at avtalan um atlækka ríkisveitingina verður tikin uppaftur nú.

Bárður á Steig Nielsen spyr soleiðis í einum grein 52a fyrispurningi til løgmann:

1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt ?

Í viðmerkingunum vísir hann til heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum, sum staðfestir, at føroyski búskapurin er undir trýsti, og neyðugt er við tiltøkum bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni.

– Búskaparráðið vísir á, at stóri vøksturin í búskapinum er fallin munandi, frá at hava verið upp ímóti 10 % niður í 3 % í leypandi prísum, samstundis sum prístalið hevur verið munandi hægri seinastu árini. Tað kundi tí bent á, at realvøksturin í føroyska búskapinum ikki longur er positivur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann vísir síðani á tað, sum ísamgonguskjalinum er ásett, at um búskaparstøðan broytist munandi, skal ætlanin um at skerja ríkisveitingina endurskoðast, sum helst merkir, at skerjingin verður steðgað.

– Við skerjingunum seinastu tvey árini eru kr. 75 mió. í fruminntøkum tiknar úr føroyska búskapinum, og um ætlanin hjá samgonguni heldur fram, verða kr. 250 mió. færri til vælferðina - heilsuverk, almannaverk, skúlaverk o.s.fr., sigur hann.

– At skerja inntøkurnar við kr. 25 mió. er á leið tað, sum sparingin er við at hækka pensjónsaldurin við einum ári, at barnafamiljur fingu ein lætta í skattinum á kr. 2.000, ella at lesandi fingu eina prísjavnan pr. 1. august á kr. 1.000.

– Nú búskaparútlitini eru broytt munandi, og harður lútur má til at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg, kundi væntast at løgmaður tók um endan og kravdi, at ongar inntøkur skulu skerjast, tí tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum tí hevur sett løgmanni spurningin.