Korona: Nú skulu fólk lúka tríggjar treytir

Nú eru tað bara nøkur heilt fá, sum skulu lata seg kanna fyri koronu hjá sjúkrahúsverkinum

Herfyri legði landsstýrið fram ætlan, um hvussu vit aftur skulu fáa ein vanligan gerandisdag, har vit ikki bara skulu hugsa um koronu alla tíðina. Ein av teimum stóru broytingum er, at frá í morgin eru tað bara nøkur heillt fá, sum skulu lata seg kanna fyri koronu hjá sjúkrahúsverkinum. Ístaðin skulu fólk, sum heild, brúka snarkanningar, tá tey lata seg kanna fyri koronu.

 

Tað merkir eisini, at fólk ikki longur skulu bíleggja tíð til koronukanning, tá starvsfelagi ella ein floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður. ístaðin fyri skulu tey brúka snarkanningar. Men er snarkanningin positiv, ber til at bíleggja tíð til eina kanning hjá sjúkrahúsverkinum

 

Fyri at bíleggja tíð til koronukanning hjá sjúkrahúsverkinum, er tað eitt krav, at tú lýkur minst eina av hesum treytum:

 

- Tú hevur sjúkueyðkenni

 

- Tú ert í sama húski, sum ein ið hevur fingið  smittuna

 

- Tú hevur fingið positivt svar upp á eina snarkanning