Nú eru aftur somu oljuprísir

Eftir at tey bæði føroysku oljufeløgini hava havt ymsar prísir í nakrar dagar, so broytti Magn í gjár sínar prísir til júst teir somu sum hjá Effo.

 

Nú er eingin kapping meira hjá privatfólki, sum keypa bensin ella olju, tí nú er prísurin – sum hann plagar – tann sami hjá báðum feløgunum.

Men tað hevur hann ikki verið seinastu dagarnar, tí tá hevur munur verið á. Í nakrar dagar hevði annað felagið hægri bensinsprís enn hitt, sum harfyri hevði hægri dieselprís.

Síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar er bensin- og oljuprísurin hækkaður øgiligt.

Oljan er hækkað munandi meira enn bensinið. Og mest er tað gingið út yvir húsarhaldsoljuna, sum nú er 45,8 prosent dýrari í Føroyum, enn hon var 24. februar.

Talvan niðanfyri vísir dagsins prísir hjá teimum báðum oljufeløgunum í Føroyum, Magn og Effo:

##med2##