Tað elvdi til nógv kjak í miðlunum fyri nøkrum mánaðum síðani, tá Tórshavnar kommuna skifti benkurnar í Steinatúni út.
Eingin haldgóð grundgeving kom frá kommununi, um hví tað var neyðugt at skifta beinkirnar, men mótstøðufólk vildu vera við, at tað var fyri at sleppa undan, at Steinatún gjørdist upphaldsstað hjá teim heimleysu.
Tað førdi so eisini við sær, at kommunan tók sitiplássini frá teimum, ið hava tørv á at hvíla beinini, so sum teimum eldru og teimum, ið eru illa gongd.
Nú vil kommunan tó vera við, at tað altíð var ætlanin at skipa fyri, at hesir bólkar fingu stólar at sita á. Tí eru nýggir stólar nú settir upp í Steinatúni, ið fólk kunnu seta seg á.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, at talan í fyrstu skiftu er um eina royndartíð.

Nú eru aftur sitipláss í Steinatúni





