Nú eru 31 tjóðir klárar til HM í fótbólti

Avstralia fekk í gjár næstsíðsta atgongumerkið til endaspælið í fótbólti við at vinna á Honduras

Soleiðis er Avstralia 31. tjóðin at kvalifisera seg til HM í fótbólti.

 

Avstraliar vunnu á heimavølli 3-1 á Honduras og eru klárir til endaspælið í Russlandi við sama úrsliti.

 

Fyrri playoffdysturin í Honduras endaði málleysur.

 

Tað er á fjórða sinni á ráð og fimtu ferð í søguni, at Avstralia skal við til HM.

 

32 tjóðir skulu verða í endaspælinum, og nú restar bert eitt navn á listanum.

 

Tað verður annaðhvørt Peru ella New Zealand, sum hósnáttina okkara tíð hittast í Peru.

 

Fyrri playoffdysturin millum londini endaði 0-0.

 

Hesi lond eru klár til HM:

 

Úr Afrika:

* Tunesia.

* Marokko.

* Nigeria.

* Egyptaland.

* Senegal.

 

Úr Ásia:

* Iran.

* Japan.

* Saudi-Arabia.

* Suðurkorea.

* Avstralia.

 

Úr Evropa:

* Russland (vertur).

* Belgia.

* Pólland.

* Týskland.

* Ongland.

* Spania.

* Ísland.

* Serbia.

* Frankaríki.

* Portugal.

* Sveis.

* Kroatia.

* Svøríki.

* Danmark.

 

Úr Norður- og Miðamerika:

* Meksiko.

* Costa Rica.

* Panama.

 

Úr Suðuramerika:

* Brasilia.

* Uruguay.

* Argentina.

* Colombia.

 

/ritzau/