Drekkivatnið í Havn og á Argjum er nú reint, og ikki er neyðugt at kóka vatnið í hesum støðum.
Bakteriur eru enn staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, og bíðað verður eftir úrslitinum av vatnroyndunum á Velbastað og í Kaldbak.
– Kókitilmælið stendur við tí við fyri hesi støð, og verða nærri boð um hetta, tá úrslitini fyriliggja, skrivar Tórshavnar kommuna.











