Nú er vatn í langhylinum

Tað tekur nakrar dagar at fylla stóra hylin, men nú er um reppið, at langhylurin í Vági er veruleiki

Eftir at Pál Joensen sjálvur stóð brúðgommur í Pálshøll, sum er navnið á heilsudeplinum í Vági, eru tey nú farin undir at fylla vatn í hylin.

 

Mánamorgunin varð latið upp fyri kranunum, og um vikuskiftið koma tøkningar frá útlendskum veitara at seta ígongd reinsianlegg og aðrar skipanir við tilknýti til báðar hyljarnar í Pálshøll.

 

Á heimasíðuni hjá Pál Høll er videobrot av stóru hendingini, tá fyrstu droparnir komu í hylin. Brotið sæst HER.