Lív er aftur komið í Húsið í Klaksvík, ið er ungdómstilboð, sum fevnir um frítíðarvirksemi hjá børnum úr 3. flokki og til og við 18 ár.
- Vit hava verið hart rakt av koronu-støðuni, og hetta hava vit merkt á teimum ungu. Nú gleðast vit um, at lív aftur er í Húsinum, sigur Beinta Á. Gregersen, sum er leiðari.
Hon vísir á, at í tíðini við koronu hava tey serliga lært tvey ting. Eitt er, at tilboðið til tey ungu er neyðugt og gott. Hitt er, at neyðugt er at taka fleiri atlit, tá tað í longri tíðarskeið verður gjørt av at avmarka eitt tilboð, sum er tengt at áliti og vanum.
- Tað er so deiligt at síggja tey ungu aftur. Vit hava saknað tey, og tey hava saknað okkum. Eingin ivi er um tað. Vit merkja tó, at vit onkursvegna skulu byggja vanar uppaftur, sigur Beinta Á. Gregersen.
Og hon leggur aftrat:
- Atburður, málbrúk og húsreglur, sum vit seta krøv til, skulu slípast og venjast eitt sindur aftur, men tað síggja vit ikki sum størstu avbjóðingina. Tey ungu hava megnað tað fyrr, og tað koma tey at gera aftur.
Leiðarin í Húsinum vísir á, at tað stóra arbeiðið liggur í at byggja upp álitið, sum hevur verið eitt kjarnuvirði í virkseminum. Avmarkingarnar, sum hava merkt samfelagið, hava givið teimum ungu eina ávísa skepsis til lívið.
- Starvsfólkini, sum vanliga hava verið tøk at hjálpa, stuðla og vegleiða teimum ungu og práta við tey um viðurskifti, sum kunnu vera trupul at tosa um heima ella við sínar vinir, hava ikki í sama mun havt hendan møguleikan seinastu tíðina.
Beinta Á. Gregersen heldur, at tey ungu í roynd og veru hava verið avmarkað tey frá einari tryggari basu, sum hon tekur til.
- Vit hava upplivað nakrar hendingar, har tað er týðiligt, at tað gongst verri hjá nøkrum ungum, og møguliga kundu vit havt fyribyrgt onkrum óhepnum støðum, um Húsið var opið sum vanligt.
Leiðarin vísir á, at í koronu-tíðini hevur lívið hjá nógvum ungum verið upplivað gjøgnum miðilin snap-chat, og tað kann skjótt gerast ósunt.
- Tí gleðast vit um, at vit aftur kunnu samla tey ungu, skipa fyri kappingum, spæla spøl, baka og fyrireika hugnalig tiltøk, sum fáa tey ungu at hugsavna seg um felagsskapin, sum tey hava longst eftir, og sum vit avgjørt eisini hava saknað, sigur Beinta Á. Gregersen.
Hin 28. februar fyllir Húsið 16 ár, og tá er ætlanin at skipa fyri onkrum hugnaligum tiltaki, sum vónandi eisini kann vera eitt tekin um, at trygga basan aftur er opin.
##med2##












