Nú er tað alment: Ronaldo skiftir felag

(Foto: REUTERS FILE PHOTO/Ritzau Scanpix)

Cristiano Ronaldo skiftir til fyrrverandi felag sítt, Manchester United, frá italske Juventur.

 

Tað váttar enska fótbóltsfelagið á heimasíðu síni.

 

Í morgun frættist, at Cristiano Ronaldo vildi sleppa úr Juventus. Tað váttaði Massimiliano Allegri, høvuðsvenjari, á tíðindafundi í dag.

 

36 ára gamli Ronaldo vandi ikki í dag, og síðani hevur Allegri greitt opið frá um orsøkina.

 

– Í gjár segði Cristiano mær, at hann ikki longur ynskti at spæla fyri juventus. Tí er hann ikki við til dystin í morgin ímóti Empoli, sigur Allegri sambært Twitter-profilinum hjá Juventus.

 

Hesi trý árini hevur hann spælt 134 dystir og skotið 101 mál fyri Juventus. Síðsta kappingarár var hann toppskorari í Serie A við 29 málum.

 

Og nú eru tíðindini so váttað, at hann flytir til gamla felagið Manchester United.

 

##med2##

 

(Foto: REUTERS FILE PHOTO/Ritzau Scanpix)